Trupult at halda vallyftini

02.09.2023 - 18:21
Innlendis
Trupult at halda vallyftini
- Tað verður sera trupult hjá samgonguni at halda øll tey vallyfti, sum hon er komin við
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sum hartar politikkin hjá samgonguni.

Hann sigur eisini, at samgongan fer neyvan at lurta eftir teimum ráðum, sum Búskaparráðið kemur við.

Búskaparráðið segði í gjár, at hall verður á fíggjarlógini í ár á 30 milliónir krónur og næsta ár á 200 milliónir krónur.

Men bæði Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, vísa á, at tey hava onnur tøl, og at fíggjarlógin fer ikki at geva undirskot.   

Bárður á Steig Nielsen kennir ikki hesi tølini.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026