Landsstýrismaðurin: Gransking og menning skulu raðfestast

01.09.2023 - 17:00
Innlendis
Landsstýrismaðurin: Gransking og menning skulu raðfestast
Ætlanin er at hækka játtanina, men enn er ikki greitt, hvussu nógvur peningur verður settur av
Djóni Nolsøe Joensen er landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

- Grannalond okkara seta trý prosent av BTÚ av til gransking, menning og nýskapan. Tað er ikki eitt realistiskt mál hjá okkum í løtuni, men hetta skal raðfestast nógv hægri.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, nú Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan mælir til at brúka trý prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til økið.

Grannalond okkara býta játtanina soleiðis, at tað almenna letur eitt prosent og vinnulívið tvey prosent.

Djóni Nolsøe Joensen er sinnaður at hækka játtanina til gransking, men tað er ikki greitt, hvussu nógvur peningur verður latin til gransking á hvørjum ári.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809