Neyðugt við nøktandi játtan til rakstur

10.09.2023 - 10:35
InnlendisPengar
Neyðugt við nøktandi játtan til rakstur
Tað nyttar lítið at útvega nýtt vaktarskip, um tað ikki hevur ráð at loysa stóran part av árinum. Tað sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Hann vísir á, at hóast játtanin til Vørn er kvinkað uppeftir síðstu árini, hevur hon ongantíð verið nóg stór til, at vaktar- og bjargingarskipini kunnu havast í nøktandi rakstri alt árið.

Maskinmeistaraformaðurin sigur, at íløgurnar geva onga meining, um ikki trygd er fyri nøktandi játtan til rakstur. 

 

Á fíggjarlógini eru fýra milliónir krónur settar av í 2024 og fýra milliónir í 2025 til fyrireiking og prosjektering av nýggjum vaktarskipi at koma í staðin fyri Tjaldrið, sum er 47 ára gamalt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076