- Bæði útlendsk og føroysk nummur ringja

01.10.2023 - 19:01
ÍtrótturFótbóltur
- Bæði útlendsk og føroysk nummur ringja
Tað er stórur áhugi fyri at spæla við KÍ - bæði uttan úr heimi og í Føroyum - sigur KÍ-formaðurin, Tummas Lervig, sum fegnaðist, eftir at triðja FM-heitið varð staðfest í dag
Stórur áhugi er fyri at sleppa upp í KÍ-tokið,sum koyrir við fullari ferð, sigur Tummas Lervig

Triðja føroyameistaraheitið á rað er júst komið undir land, men longu nú fyrireikar KÍ næsta kappingarár.

Áhugin fyri at spæla fyri felagið er stórur, sigur KÍ-formaðurin.

 - Bæði útlendsk og føroysk nummur ringja, váttar Tummas Lervig.

 - Vit eru altíð tíðliga úti, og áhugin fyri okkara felag og okkara liðum er stórur. Eg skal ikki siga, at vit vraka og velja, men vit fáa nógvar fyrispurningar frá áhugaðum spælarum.


Magne Hoseth heldur fram

Leiðslan í KÍ hevði eina stóra uppgávu at loysa, tá Mikkjal Thomassen takkaði fyri seg eftir átta ár sum venjari hjá besta mansliðnum í Klaksvík.

Valið fall á Magne Hoseth, sum ikki hevði stórvegis venjararoyndir at vísa á, men Tummas Lervig er glaður fyri avgerðina, sum varð tikin tá og váttar, at norðmaðurin heldur fram í venjarasessinum næsta ár.

 - Hann heldur fram í eitt ár afturat. Hann hevur gjørt hetta til fulnar, og vit eru stak væl nøgd við hann. Vit gjørdu ein tvey ára sáttmála við hann, so tað liggur fast, sigur Tummas Lervig.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Sunnudag 14. desember
Gudstænasta í Havnar kirkju
201482
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388