Brúgvin er enn eins umráðandi

28.10.2023 - 13:26
InnlendisSamfelag
Brúgvin er enn eins umráðandi
Talan var um størstu byggiverkætlan í føroyskari søgu, og tá ið brúgvin stóð liðug, kostaði hon 13 milliónir krónur

Í dag eru 50 ár síðani, at brúgvin við Streymin varð tikin í nýtslu.

Talan var um størstu byggiverkætlan í føroyskari søgu, og tá ið brúgvin stóð liðug, kostaði hon 13 milliónir krónur.

Um brúgvin varð bygd í dag, og støði einans var tikið í øktu inflatiónini seinstu 50 árini, hevði hon kostað 31,1 milliónir krónur at byggja (her er ikki lagt upp fyri øktum kostnaði fyri arbeiðsmegi, byggitilfar o.a.).

Tað var Atli Dam, táverandi løgmaður, sum klipti snórin tann 30. oktober í 1973, so koyrandi var ímillum Streymoynna og Eysturoynna.

Tað tók tvey ár og tveir mánaðir at byggja brúnna, sum er 220 metrar long, 9,5 metrar breið og 17 metrar høg. 

Í Sunda kommunu hátíðarhalda tey dagin við alskyns undirhaldi, millum annað ber til at síga oman av brúnni, at síggja framsýning um brúnna, postarenning og kl. 13 verður føðingardagssangur sungin fyri brúnni.

Hoyr samrøðu við Jógvan Kruse, borgarstjóra í Sunda kommunu, ovast í greinini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Hósdag 23. januar
Morgunlestur hósdagur 23. januar 2025
186426
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519