- Eiga at broyta skipanina við klokkuni

29.10.2023 - 14:45
Innlendis›Politikkur
- Eiga at broyta skipanina við klokkuni
Bárður á Steig Nielsen hevur ikki slept vónini um, at Føroyar fara at gevast við at flyta klokkuna tvær ferðir um árið

Í fjør arbeiddi Bárður á Steig Nielsen, sum tá var løgmaður, við at gera eitt uppskot um at strika skipanina, har vit tvær ferðir um árið flyta klokkuna millum summar- og vetrartíð, men tað uppskotið kom ongantíð longri enn til hoyringar, áðrenn løgtingsval varð útskrivað, so uppskotið fall burtur, áðrenn tað nakrantíð kom í Løgtingið.

Nú situr Bárður á Steig Nielsen í andstøðu, men hann hevur kortini ikki slept vónini um, at Føroyar fara at gevast við at flyta klokkuna tvær ferðir um árið.

Føroyar hava skift millum summar- og vetrartíð síðan 1981. Í Íslandi hava tey ikki flutt klokkuna síðan 1968, og nú í ár gavst Grønland eisini við at flyta klokkuna. Grundgevingin hjá grønlendsku myndugleikunum er, at Grønland vil vera nærri evropeisku klokkutíðunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650