Hallur Holm heimsmeistari

03.12.2023 - 10:15
ÍtrótturAnnar ítróttur
Hallur Holm heimsmeistari
Føroyski rennarin Hallur Holm er kosin heimsmeistari í aldursbólkinum 55+ í 24 tíma renning.
Hallur Holm ovast á sigursskamlinum við føroyska Merkinum.

Føroyski rennarin Hallur Holm stóð seg væl í aldursbólkinum 55+, tá hann gjáranáttina kom á mál í heimsmeistaraheitinum í 24 tíma renning í taivanska høvuðsstaðnum, Taipei.

Eftir 24 tíma rennikappingina gjørdist greitt, at føroyski rennarin, Hallur Holm, ikki gjørdist nummar tvey, menn vann kappingina í sínum aldursbólki. 

Hann var harvið kosin sum heimsmeistari í kappingini í sínum aldursbólki, tí spaniólin, sum var framman fyri hann, luttók í eini aðrari kapping, ið var samstundis. Hesin var tí ikki formliga teknaður til heimsmeistarakappingina, sum føroyingurin luttók í.

Í samlaðu kappingini gjørdist Hallur Holm nummar 37, eftir at hava runnið 233,3 kilometrar upp á 24 tímar. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138