Vónbrot í Varpinum

15.12.2023 - 15:59
InnlendisPolitikkur
Vónbrot í Varpinum
"Tað er eitt vónbrot, at Varpið ikki er raðfest á fíggjarlógini fyri 2024," sigur Annfinnur Heinesen, stjóri í Varpinum.

Annfinnur Heinesen, stjóri í Varpinum, er vónbrotin 

"Vit hava einki fingið á fíggjarlógini, hvørki tann íløgustuðulin á fimm milliónir krónur, sum restaði í, og sum vit púra víst høvdu væntað at fáa. Eiheldur 1,5 milliónir krónur í rakstrarstuðli, ið vit eisini høvdu vónað at fingið." 

Tað kom óvart á Annfinnur Heinesen, at Varpið ikki varð raðfest á fíggjarlógini fyri 2024. 

Stjórin í Varpinum vónar, at okkurt broytist millum aðru og triðju viðgerð av fíggjarlógini, sum verður mánadagin. 

"Fyrst hildu vit, at talan mótti vera um eitt mistak. Vit høvdu vónað væntað, at landið fór at gera somu íløgtu í mentanina her norði sum aðrastaðni í landinum," staðfestir Annfinnur Heinesen. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359