Biðja um meiri pening til Varpið

Biðja um meiri pening til Varpið
Stýrið í grunninum fyri mentanarhúsið í Klaksvík hevði væntað, at játtanin á fíggjarlógini fór at halda fram
Mentanarhúsið í Klaksvík er um at vera liðugt, og hósdagin verður tað latið upp fyri almenninginum. (Savnsmynd)
 
17.10.2023 - 13:00

Stýrið fyri Grunnin Mentanarhús í Klaksvík sendi í farnu viku løgtingsins fíggjarnevnd eina áminning, har tey biðja um í minsta lagi fimm milliónir krónur í játtan til Varpið í 2024.

Í grunninum høvdu tey roknað við, at játtanin til Varpið fór at halda fram. 

 

Jóhanna C. Christiansen er forkvinna í stýrinum fyri Grunnin Mentanarhús í Klaksvík.

 

Forkvinnan í grunninum, Jóhanna C. Christiansen,  harmast, at játtanin nú er horvin í fíggjarlógaruppskotinum, m.a. tí at húsið vorðið blivið dýrari enn upprunaliga ætlað. 

Mentanarhúsið fer væntandi at kosta 68 milliónir kr. 

Og tað hevði lætt um raksturin, um Varpið fekk tær fimm milliónirnar næsta ár, sum tey høvdu ætlað, sigur forkvinnan:

 

17102023_Varpid


 Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Fíggjarnevndini, sigur, at einki verður greitt um játtanina til Varpið, fyrr enn álitið hjá fíggjarnevndini er komið.

Tað er sjálvsognarstovnurin - Grunnur Mentanarhús í Klaksvík - sum eigur og fer at reka Mentanarhúsið Varpið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083