Náttúrugjald kann gerast grønvasking

25.02.2024 - 15:45
Innlendis
Náttúrugjald kann gerast grønvasking
Náttúrugjaldið, sum landsstýrið ætlar, at ferðafólk, sum koma til Føroya, skulu rinda, kann gerast eitt slag av grønvasking

Tað sigur Jón Kragesteen, formaður í Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag í sambandi við hoyringssvarið til uppskotið um gongd í haga.

Føroya Náttúru og umhvørvisfelag mælir í hoyringsskrivinum eisini til, at tað verður meira ítøkjuliga lýst, hvat náttúrugjaldið skal nýtast til, samstundis sum spurnartekin verður sett við, um gjaldið er sett nóg høgt.

Aftrat hesum eigur hugtakið beriføri at vera innført í lógaruppskotið um burðadygga ferðavinnu. Við hesum skal eitt loft vera ásett, sum sigur, hvussu nógv fólk kunnu vitja eitt ávíst stað, sigur Jón Kragesteen.

Tí eigur størri atlit at vera tikið fyri náttúruni í slíkari lóggávu, heldur formaðurin í náttúru og umhvørvisfelagnum
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762