Verkfallið rakar skúlar

21.05.2024 - 19:52
InnlendisSamfelag
Verkfallið rakar skúlar
Fuglafjarðar skúli verður nú raktur av verkfallinum.

Verkfallið rakar nú skúlagongdina í fleiri skúlum kring landið, og fleiri steingja í morgin ella seta fleiri avmarkingar.

Ein av skúlunum, sum steingir í morgin, er Fuglafjarðar skúli. Berlys Toftadal er skúlastjóri.

Skúlin setti seg í samband við Fólkaheilsustýrið, og síðan er avgerð tikin uum, at eingin skúlagongd verður frá í morgin, mikudagin, so leingi verkfall er.

Fleiri aðrir skúlar steingja eisini ella hava avmarkingar í skúlagongdini, nú tað ikki er vaskað í skúlunum. millum annað Runavíkar Kommunuskúli, Skúlin á Skúlatrøð og Skúlin á Giljanesi. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. juni
EM tíðindi 16. juni 2024
176826
Leygardag 15. juni
Upp á tá - 150624
176790
Leygardag 15. juni
Jambalaja - 150624
176785
Leygardag 15. juni
EM tíðindi - 15. juni 2024
176776