- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndir: Løgreglan flutti verkfalsvaktir og ferðafólk sluppu í bussarnar
Myndir: Løgreglan flutti verkfalsvaktir og ferðafólk sluppu í bussarnar
Vaktir hjá arbeiðarafeløgunum hildu vakt á kaiini, tá franska ferðafólkaskipið Le Boreal kom á Runavík.
23.05.2024 - 15:00
Tá franska marglætisskipið Le Boreal legði at bryggju í Runavík um middagsleitið, stóðu verkfalsvaktir hjá Tofta Arbeiðarafelag og Hæddini í Runavík uttanfyri girðingina á keiini.
Ætlanin var at forða ferðafólkunum at sleppa í bussarnar, sum skuldu koyra tey útferðir, millum annað til Vestmannar og til Viðareiðis.
- Hetta er ólógligt, tí bilførarar okkara eru ikki í verkfalli, segði Magni Mouritsen, sum eigur og rekur Mouritsens Bussar.
Hann ringdi eftir løgregluni, sum kom á staðið og bað vaktarfólk flyta seg, so ferðafólkini sluppu í bussarnar.
© Bjarni Árting Rubeksen
|