Minibarrin

Minibarrin - 90'ini í poppi og hendingum
27-08-2024
1998: Eyðmýking av føroyskum myndugleikum skapti eitt sjálvstýrisrák. Kend løg: 'Believe', 'Kanst tú siga farvæl', 'Vill ha dig', 'Torn', 'Cruel Summer', og 'Pretty Fly'.

1998: Eyðmýking av føroyskum myndugleikum skapti eitt sjálvstýrisrák. Kend løg: 'Believe', 'Kanst tú siga farvæl', 'Vill ha dig', 'Torn', 'Cruel Summer', og 'Pretty Fly'.

11. og seinasta sending: Í 1998 gjørdu landsstýrið og danska stjórnin avtalu um, at føroyingar skuldu fáa 1,4 milliardir í endurgjaldi fyri mátan, sum Føroya Banki bleiv keyptur. Býtt sundur soleiðis, at 900 milliónir vóru fyri bankakeypið, og hinar 500 milliónirnar vóru eftirgivin skuld. Nettouttanlandaskuldin hjá Føroyum var m.a. av hesum og av sera stórum gjaldsjavna yvirskoti minkað úr heimsins hægstu skuld í 1990 (roknað fyri íbúgvan) til at vera burtur í 1998. Hóast uttanlandaskuldin var burtur, skyldaðu almennu Føroyar t.e. landsstýrið og kommunur umleið 4 milliardir í 1998. Samstundis áttu ávísir privatir persónar í Føroyum 4 milliardir í útlondum, stendur í Føroya Søgu 1940 til 1998.

Ein gleði í føroyskum tónleik var fyrsta albumútgávan hjá Lenu Anderssen, Long Distance. Og uttanlands: Tað Bananarama hevði megnað í fyrru helvt av fýrsunum, megnaðu Ace of Base í seinnu helvt av hálvfemsunum, nenviliga at vera á Top 10 í USA og Bretlandi við sanginum 'Cruel Summer', hvat tað kortini ikki bleiv í Føroyum tað árið í '98, tí danir og føroyingar fingu undirskrivað góða avtalu.

 

 

Minibarrin

Hetta er Minibarrin. Hesa ferð við undirheitinum '90'ini í poppi og hendingum'. Plátubarrin er farin í summarfrí, men í hennara stað er komin henda stutta summarsendingin. Nítiárapoppur verður ikki ofta spældur í ymsu plátubarrstættunum, og tí havi eg valt at siga frá hendingum eitt ávíst nítiár, sum í hesum fyrsta føri er 1990. 
1998: Eyðmýking av føroyskum myndugleikum skapti eitt sjálvstýrisrák. Kend løg: 'Believe', 'Kanst tú siga farvæl', 'Vill ha dig', 'Torn', 'Cruel Summer', og 'Pretty Fly'.
27-08-2024
1997: Tveir løgtingslimir vórðu ekskluderaðir úr Verkamannafylkingini. Kend løg: 'Barbie Girl', 'I'll Be Missing You', 'Bitch', 'Tú', og 'Anybody Seen My Baby'
20-08-2024
1996: Realárslønin hjá løntakarum í tíðarskeiðnum frá 1991 til '96 minkaði við 19,7 pros. Kend løg: 'Wannabe', 'Jesus to a Child', 'Don't Speak', og 'Eg flýggi til tónleikin'.
13-08-2024
1995: 5000 føroyingar í arbeiðsførum aldri rýmdu av landinum. Kend løg: 'Alla nátt', 'Kollafjørður', 'Common People', 'Wonderwall', 'Dub-I-Dub', 'Scatman', og 'Stupid Man'.
06-08-2024
1994-2: Føroyar vórðu í desembur 1952 lýstar at vera limur í Nato. Kend løg: 'Regulate', 'Vem vet', 'Girls and boys', 'Always', 'Jessie', og 'What's the Frequency, Kenneth'.
30-07-2024
1994-1: Sambandsflokkurin fekk størstu undirtøkuni á valinum 7. Juli '94. Kend løg: 'Føroyingar', 'Love Is All Around', 'Saturday Night', 'Black Hole Sun', og 'Another Night'.
23-07-2024
1993-2: Freddie Mercury doyði og Russland tók hermenninar úr aftur Litava. Kend løg: 'I Will Always Love You', 'Stórasystir og lítlibeiggi', 'The Sign', og 'Living On My Own'.
16-07-2024
1993-1: Eftir sáttmálanum á almenna arbeiðsmarknaðinum varð lønin skorin niður við 8,5%. Kend løg: 'River of Dreams', 'Ordinary World', 'Lat meg goyma teg', og 'What Is Love'
09-07-2024
1992: Tann 6. okt. var føroyska heimastýrið sett undir umsiting av donsku stjórnini og IMF. Kend løg: 'Friday I'm In Love', 'Fyrstu ferð', 'The Actor', og 'Weather With You''
02-07-2024
1991: Í '87 kom herskipið Mc Cloy inn á Havnina. Stór mótmælisgonga tók ímóti, tí tað møguliga hevði kjarnorkuvápn. Kend løg: 'Meirilutin ræður' og 'Losing My Religion'
25-06-2024
1990: Føroyar høvdu 8,5 milliardir krónur í skuld, og landstýrið var á loynifundi í DK. Kend løg vóru 'Kvøld á Tinganesi', 'Dangerous', 'Black Velvet' og 'Enjoy the Silence'.
18-06-2024
Hetta er tann trettanda sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
08-09-2022