- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minibarrin
1998: Eyðmýking av føroyskum myndugleikum skapti eitt sjálvstýrisrák. Kend løg: 'Believe', 'Kanst tú siga farvæl', 'Vill ha dig', 'Torn', 'Cruel Summer', og 'Pretty Fly'.
11. og seinasta sending: Í 1998 gjørdu landsstýrið og danska stjórnin avtalu um, at føroyingar skuldu fáa 1,4 milliardir í endurgjaldi fyri mátan, sum Føroya Banki bleiv keyptur. Býtt sundur soleiðis, at 900 milliónir vóru fyri bankakeypið, og hinar 500 milliónirnar vóru eftirgivin skuld. Nettouttanlandaskuldin hjá Føroyum var m.a. av hesum og av sera stórum gjaldsjavna yvirskoti minkað úr heimsins hægstu skuld í 1990 (roknað fyri íbúgvan) til at vera burtur í 1998. Hóast uttanlandaskuldin var burtur, skyldaðu almennu Føroyar t.e. landsstýrið og kommunur umleið 4 milliardir í 1998. Samstundis áttu ávísir privatir persónar í Føroyum 4 milliardir í útlondum, stendur í Føroya Søgu 1940 til 1998.
Ein gleði í føroyskum tónleik var fyrsta albumútgávan hjá Lenu Anderssen, Long Distance. Og uttanlands: Tað Bananarama hevði megnað í fyrru helvt av fýrsunum, megnaðu Ace of Base í seinnu helvt av hálvfemsunum, nenviliga at vera á Top 10 í USA og Bretlandi við sanginum 'Cruel Summer', hvat tað kortini ikki bleiv í Føroyum tað árið í '98, tí danir og føroyingar fingu undirskrivað góða avtalu.