- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minibarrin
1994-1: Sambandsflokkurin fekk størstu undirtøkuni á valinum 7. juli 1994. Kend løg: 'Føroyingar', 'Love Is All Around', 'Saturday Night', 'Black Hole Sun', og 'Another Night'.
Nítiárini standa eftir sum stóru kreppuárini í nýggjari tíð í Føroyum. Men har vóru eisini broytingar, sum í dag verða sæddar sum betringar av táverandi viðurskiftum. Eitt nú fingu vit Arbeiðsloysisskipanina, og rúsdrekkaskipanin frá 1907 varð broytt. Í hesi Minibarr verður dvølt í 1994 (fyrra sending), tá fólk so smátt vóru farin at venja seg við hesa heilt nýggju rúsdrekkaskipan. Og stigvíst mentan. Ein tann stóri filmurin hetta árið var 'Four Weddings and a Funeral', sum eisini hevði eitt lag í sær, 'Love Is All Around', ið førdi skotska skotska bólkin Wet Wet Wet upp í hæddirnar.