Breddin

Breddin - Arbeiðsmarknaðarkanning
23-08-2024
Nýggj gransking vísir, at serliga heilsustarvsfólk eru fyri hóttandi atburði tá tey eru til arbeiðis


Hvussu trívast føroyingar á arbeiðsmarknaðinum?
Ein føroysk granskingarverkætlan hevur kannað arbeiðsumhvørvi, heilsu og trivnað hjá arbeiðstakarum í Føroyum, og kanningin vísir millum annað, at arbeiðsfólk eru í vanda fyri at verða hótt ella upplivað aðra neiliga atferð, meðan tey eru til arbeiðis.


Vit tosa við Anniku Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðing, sum hevur verið við at gera kanningina, og Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, er gestur í útvarpsstovuni.

Gjørt sendingina hava Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Nýggj gransking vísir, at serliga heilsustarvsfólk eru fyri hóttandi atburði tá tey eru til arbeiðis
23-08-2024
Kamala Harris verður í hesum døgum formilga vald til forsetavalevnið og vit kaga eystur á hermóti í Ukraina
22-08-2024
Aftur í ár eru metnógv børn í serflokkum
20-08-2024
Tað er ringt at finna nakað at búgva í, um tú vil búseta teg á bygd, og enn verri at fáa lán til at byggja eini hús fyri, um tey eru uttanfyri miðstaðarøkið
14-06-2024
Høgravongurin vann stórsigur á ES-valinum, og tað hevði við sær, at Emmanuel Macron óvæntað hevur skrivað út val til tjóðartingið
13-06-2024
Tað eru fleiri trupulleikar við elbilum. Eitt nú er orkan ikki altíð grøn, vandamikil evni eru í battarínum og enn eru ongar reglur um burturbeining
11-06-2024
Skal tílgongdin av útlendskari arbeiðsmegi avmarkast? Tað spyrja vit landsstýrismannin um. ES snarar helst til høgru, vit tosa við sendikvinnuna í Bruxelles
07-06-2024
Podvarpið, Elians Sonur, hevur fingið sinnið í kók hjá fleiri, eftir at tað var sent sum útvarp - onnur hálova tí
04-06-2024
Eingin seming á hesum sinni - tað merkir helst fleri vikur aftrat. Vit tosa m.a. við Ingeborg Winther, sum finst at manglandi stuðuli frá handverkarafeløgunum
31-05-2024
Tað er sera torført hjá ungum, sum eru flutt higar at læra føroyskt og danskt og tí eru nógv sum ikki fáa nakað fólkaskúlaprógv, sum kann brúkast til nakað
30-05-2024
Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum hevur nú vart í góðar tvær vikur, og á midnátt fer Havnar arbeiðskvinnufelag eisini í verkfall
28-05-2024
Nýggja ferðavinnulógin verður sett í gildi í fleiri stigum. Ferðagjaldið kemur í gildi 1.januar í 2026.
24-05-2024