Teknistovan var nokk so nýggj, tá vit vunnu kappingina um Norðurlandahúsið

28.10.2024 - 09:00
ListByggilist
Teknistovan var nokk so nýggj, tá vit vunnu kappingina um Norðurlandahúsið
Tað sigur Ola Steen, sum var høvuðsarkitekturin handan Norðurlandahúsið, og húsið fekk eisini stóran týdning fyri teknistovuna
Tað var teknistovan hjá Ola Steen, arkitekti, ið vann teknikappingina um Norðurlandahúsið
Mynd: Gunnar Nolsøe  

Í samrøðuni greiður Ola Steen, sum vit hittu í Norðurlandahúsinum í heyst, um hvaðani íblásturin kom frá. Eisini sigur hann okkum, at hann ikki helt at uppskotið var nóg gott, tá hann og Kolbrún Ragnarsdóttir vunnu kappingina. Men stórir møguleikar vóru í uppskotinum, sum teknistovan síðani menti saman við millum annað einum ljóðakkustikkara.
Og sum nakað heilt serligt, bygdu teknistovan eisini eitt modell, sum tú kundi fara inn í.


Ola Steen nevnir eisini tann stóra týdningin, sum Gunnar Hoydal fekk fyri verkætlanina.

Tað er eisini týdningarmikið, at tú sum arkitektur altíð leggur teg eftir at tekna ein bygning, sum sær út sum tað, ið hann er og skal innihalda, sigur Ola Steen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523