- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Henda Temapláta verður send í samband við deyða Quincy Jones tann 3. november 2024. 'Ai No Corrida', 'Razzamatazz', 'One Hundred Ways', og 'Just Once' eru fýra av løgunum, harav tvey tey seinast nevndu vóru ovarliga á Billboard Hot 100. Eitt annað við stórari dygd er 'Betcha' Wouldn't Hurt Me'. Fyri 'The Dude' varð manningini handað tríggjar Grammy-virðislønir. Útgávan var á amerikanska Top 10.
Stigtakari var Quincy Jones, ið longu sum 20 ára gamal spældi við í teimum stóru jazz-orkestrunum, m.a. tí hjá Lionel Hampton. Um hetta mundið var hann tann virkni framleiðarin, sum í 1979 hevði lagt innspælingina av Michael Jackson albuminum, 'Off The Wall', til rættis saman við sangaranum sjálvum. Teirra samstarv helt fram í samband við útgávurnar 'Thriller' í 1982 og 'Bad' í 1987.
Plátubarrin 9.11.2024.