- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Henda fjúrtanda Pink Floyd útgávan frá 1994 er eins og flestu aðrar útgávur hjá Pink Floyd gjøgnumførd og væl úr hondum greidd tekniskt. Bretin, Alan Jackson, var tøkningur, hann hevur mixað nógv fyri Pink Floyd, og av tí hann hevur avrikað fyri onnur, kann eg nevna lagið, I Don't Like Mondays,, ið hann hjálpti Boomtown Rats við. Divison Bell framleiðarar vóru enski gittaristurin, David Gilmour, og kanadiski Bob Ezrin, sum eisini spælir keyboard á nøkrum løgum, umframt at hava hjálpt til við lagsmíðnum, tá 'Take It Back' varð sett saman.
Upptøkurnar vórðu gjørdar í Britannia Row Studios, Abbey Road Studios, Metropolis Studios, The Creek Recording Studios, og í Astoria, ið er húsbáturin hjá David Gilmour, sum hann hevur á Thames ánni í London.The Division Bell varð givin út í Bretlandi á EMI tann 28. mars í 1994, og nakrar dagar seinni í USA á Columbia.
Ummælararnir vóru misjavnir á máli, men brúkarin varð bergtikin og keypti útgávuna inn á fyrstaplássið á báðum teimum stóru albumhittlistunum í USA og Bretlandi.
Plátubarrin 30. mars 2024