Vikan 18. januar 2025

18.01.2025 - 12:56
Mentan
Vikan 18. januar 2025
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák

Við vikukjaki, vikugesti og vikuni á skák taka vit pulsin á vikuni, sum fer, og vit viðgera aktuellar søgur og hendingar.

Kjakið hesaferð snýr seg um ríkisfelagsskapin, tí nú sjálvræðiskjakið er heitt í Grønlandi, hevur lutfalsliga lítið verið at hoyrt frá føroyskum politikarum, hóast nakað hevur verið. Vit spyrja, hvat føroysk løgtingsfólk eiga at gera, og hvussu sambandið millum Føroyar og Danmark skal síggja út í framtíðini?

Vit viðgera eisini altjóða trygdarstøðuna, nú Føroyar vera nevndar í altjóða miðlum, og landsfrøðiliga liggja mitt í stríðnum millum heimsveldir.

Og so spyrja vit eisini, um føroyingar yvir 60 ár, eins og danir, skulu hava rætt til at frávelja upplívgan, um ein fær hjartasteðg.

Við vikukjaksborðið hesa ferð sita Hans Andrias Sølvará, professari í søgu og útbúgvingarleiðari, Marjun í Kálvalíð, prestur, og Regin Berg stjórnmálafrøðingur.

Vikugesturin hevur leingi verið millum okkara bestu violinleikarar, og hann hevur eisini sett eina rúgvu av nýggjum fiólleikarum við. Seinasta leygarkvøld var hann konsertmeistari í Føroya symfoniorkestri fyri seinastu ferð. Vikugesturin er Sámal Petersen

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV