Breddin

Breddin: Geopolitikkur og politska støðan í Grønlandi
14-03-2025
Hvussu ávirkar geopolitikkur føroyska búskapin, Trump hóttir Grønland og grønlendska samfelagið hevur stórar sosialar trupulleikar

Við Donald Trump aftur í Hvítu húsunum er tað næstan vorðin gerandiskostur, at stórveldi hótta hvørt annað við tollkríggi.

Samstundis hevur Trump ikki fjalt fyri, at hann hevur fingið eitt gott eyga á Grønlandi og vil ikki útiloka at brúka handisligt ella hernaðarligt vald at ognartaka oynna.

Men í hvønn mun ávirkar tað, sum hendir á altjóða leikvøllinum føroyska búskapin?

Grønland

Demokraatit vann ein óvæntaðan sigur á grønlendska valinum týskvøldið. Men hvørjir flokkar samráðast nú um nýggja stjórn og hvørjar avleiðingar hevur valið longu havt?

Sosialir trupulleikar

-Hóast stóri meirilutin av fólkinum klárar seg væl, so eru alt ov stórir minnilutar, sum ikki gera tað. Tað sigur Steven Arnfjord, sum starvast á Universitetinum í grønlendska høvuðsstaðnum.

Luttakarar: Sverri Justinussen og Steven Arnfjord.

Gjørt sendingina hava Jón Brian Hvidtfeldt og Hallur av Rana, sum var redaktørur.

Tøkningur er Kári Annand Berg.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Politiskir viðmerkjarar, politikarar og búskapar- og samfelagsfrøðingar eru í sendingini
18-12-2025
Eftir 1. viðgerð í gjár skal fíggjarnevndin venda og snara kostnaði, farleið og fíggingarleisti
16-12-2025
Tá politiið hevur gjørt sína niðurstøðu um ein eldsbruna, er málið avgreitt, og eingin hevur skyldu at læra av ti, heldur ikki Brunaeftirlitið, sum ger brunasýn.
12-12-2025
Í sendingini varpa vit ljós á støðuna í Suðuroynni, har fólkatalið støðugt minkar og har tey ungu og arbeiðsføru fólkini flyta
11-12-2025
Hvat er revsingin fyri at trygdin á arbeiðsplássum ikki er nøktandi? Gera vit nóg nógv fyri at fyribyrgja? Hvat kundi vit gjørt betri? Tað spyrja vit í Breddanum í dag
09-12-2025
Vit spyrja m.a. andstøðuna og formannin í Búskaparráðnum um málið, sum neyvan verður framt við lóg, tí meiriluti er ikki í samgonguni fyri tí
05-12-2025
Í sendingini spyrja vit, um hetta er seinasti leikur í málinum, ella um tey, sum eru ímóti lógaruppskotinum, framvegis kunnu telva seg til eitt annað úrslit
04-12-2025
Filmurin "Vælkomin heim" hevur júst vunnið Ekko Shortlist-heiðurslønina fyri besta heimildarfilm
28-11-2025
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, vera í útvarpsstovuni
27-11-2025
Tvey evni vera í sendingini í dag
25-11-2025
Kommunur og áhugafeløg peika á aðra farleið, enn linjuføringina gjøgnum Sandsbygd, og Donald Trump er fyri politiskum trýsti í Epstein-málinum
23-11-2025
Eru umstøðurnar á misnýtsluøkinum nøktandi, hvørja leið skulu vit ganga, og hvørjar eru politisku loysnirnar, verður spurt í sendingini í dag
20-11-2025