Tey brølandi tjúguni

Í Norðstreymoy var umval eftir løgtingsvalið í 1920, tí hol var í hurðini
12-05-2025
Politiskar nýskipanir í Føroyum, viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, Fúlabók, og Dronning Alexandrines Hospital verður tikið í nýtslu

Trý løgtingsval vóru í 1920-árunum. Í 1923 fekk løgtingið egna skrivstovu við skrivstovustjóra, í 1924 varð nýggj vallóg sett í gildi, sum eitt nú hevði við sær, at alt løgtingið verður valt fjórða hvørt ár. Og í 1925 varð Javnaðarflokkurin stovnaður.

Í 1921 vitjaði Christian hin 10., kongur í Føroyum, og í fylginum vóru Alexandrine, drottning, og synirnir, Fríðrikur, krúnprinsur, og Knút, prinsur. Hetta var triðja kongsvitjanin í Føroyum, og vitjað var í Suðuroy, Havnini og í Klaksvík.
Í Havn legði drottningin grundarsteinin til Dronning Alexandrines Hospital, ið varð tikið í nýtslu í 1924.
Og hvønn týdning fekk nýggja sjúkrahúsið og hvør er heilsustøðan hjá føroyingum í 1920-árunum? Hesir eru millum spurningarnir, ið verða viðgjørdir í sendingini hesuferð.

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Eftir 1910 fóru tær fyrstu ungu føroysku kvinnurnar til Danmarkar á sjúkrasystraskúla. Og tíggju ár seinri - í 1920, fýra ár fyri Færø Amts Hospital varð niðurlagt, byrjaði ein rættulig útbúgving av sjúkrasystrum í Føroyum, skipað av diakonissunum og medisinska yvirlæknanum á sjúkrahúsinum.

Í 1921 legði Alexandrina, drottning, grundarsteinin til "Dronning Alexandrines Hospital", og í februar 1924 var nýggja sjúkrahúsið, ið varð teknað av H. C. W. Tórgarð, og sum hevði 65 seingjarpláss, tikið í nýtslu - og hetta var annars samstundis sum fyrstu sjúkrasystrarnar vóru útbúnar í Føroyum.

Nomið verður eisini við hvønn týdning tað fekk, at tað beint fyri ólavsøku í 1921 eydnaðist einum granskingarliði á universitetinum í Toronto undir leiðslu av Frederick G. Bantin at fráskilja ella isolera insulini, og at læknin og bakteriufrøðingurin, Alexander Fleming, í september 1928 av tilvild fann fram til bakteriudrepandi evnini hjá ávísum blámusoppum, ið sum fráleið hevði við sær framleiðsluna av penisillini.
Luttakarar í sendingini eru Hans Andrias Sølvará og Pál Weihe.

Tú kanst hoyra sendingina her!

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Tey brølandi tjúguni

Tey brølandi tjúguni er stuttrøð í seks pørtum, sum viðger 1920-árini í bæði útlendskum og føroyskum høpi.

Gunnar Nolsøe leggur til rættis.

Politiskar nýskipanir í Føroyum, viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, Fúlabók, og Dronning Alexandrines Hospital verður tikið í nýtslu
12-05-2025
Vit viðgera bæði vertsliga og andaliga bókmentapallin í 1920-árunum, samstundis sum vit hoyra brot úr føroyskum skaldskapi frá hesum tíðarskeiði
05-05-2025
Og 1920-árini vóru eisini merkt av stríðnum millum tey, sum hildu fast um tað gamla, og tey, sum bjóðaðu av við nýggjum tónleiki, dansi og klædnamóta
28-04-2025
Russiska kollveltingin, fascisman í Italia og kreppan í 1929 fingu stóran týdning fyri tíðarskeiðið fyri seinra heimsbardaga
22-04-2025