Summarmorgun

Vitlíki hevur ikki nakað guðsforhold
05-08-2025
Derhard Jógvansson, prestur, heldur, at vitlíki er eitt gott hjálparamboð at fáa skjótar upplýsingar, men tað eigur ikki at skriva prædikuna hjá presti

-Eg havi ongantíð brúkt vitlíki til nakra prædiku og tað fari eg ongantíð at gera.


So avgjørdur er Derhard Jógvansson, prestur, sum helt prædikuna tá árliga guðstænastan var í Gjónni við Gjógv sunnudagin.


Hann heldur at vitlíki kann vera eitt hent amboð tá prestur eitt nú skal hava onkran skjótan upplýsing, tá hann ivast. Tá er tað nógv skjótari enn at taka bøkurnar fram. Men tá er sjálvandi neyðugt at kenna bakgrundina í gudfrøðini, sum prestur ger.


Spurningurin um at brúka vitlíki í sambandi við pædikuna hjá presti hevur verið nógv umrøddur í Danmark í seinastuni, eftir at danska prestafelagið hevur fingið gjørt ein kjattpott, ið er ætlaður prestum. Har er ein frágreiðing hvussu vitlíkið kann skriva eina lidna prædiku ella t.d. eina jarðarferðartalu.


-Í kirkjuni hava vit eitt guðsforhold og ein felagsskap. Vitlíki hevur einki guðsforhold, sigur Derhard Jógvansson.


Hoyr samrøðuna við Derhard Jógvansson í Summarmorgni her.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Tað halda tveir av veteranunum í føroyskum fótbólti, Poul Michelsen og Heri Nolsøe.
28-08-2025
Tað halda tveir av veteranunum í føroyskum fótbólti, Poul Michelsen og Heri Nolsøe
27-08-2025
Kári P fyllir 75, og tað hátíðarheldur Summarmorgun við práti og tónleiki
22-08-2025
Standa fyri lívi, Teitur Lassen og Simgolf
21-08-2025
Vertir eru Svend Danielsen og Ingi Rasmussen
20-08-2025
Vertir eru Svend Danielsen og Ingi Rasmussen
19-08-2025
Vertir vóru Svend Danielsen og Ingi Rasmussen
18-08-2025
Gestir vóru Beinta Ingeborg Greve, Martin Kúrberg, Leif Hansen, Rebekka Johansen og Nicolaj Falck.
15-08-2025
Gestir vóru Magnus Pauli West, Andrass Thomsen, Bergur Debes Joensen og Ingibjørg Winther
14-08-2025
Gestir vóru Súsanna Vang, Kristianna Vang, Sigvør Olivia Olsen, Magni Olsen, Jákup Dahl, Birita Adela, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen
13-08-2025
Gestir vóru Lovisa Petersen Glerfoss, Hallfríð Hammer í Hjøllum, Guðni Andreassen og Jóhannus Mikkelsen
12-08-2025
Summarið hevur sum vanligt nógvar uppgávur á garðinum í Stóru Dímun
11-08-2025