Serfrøðingurin

Legg eina fíggjarætlan
21-01-2026
Januar mánaði kann gerast tungur, um tú ikki hevur fyrireikað teg fíggjarliga.

Januar er mangan ein fíggjarliga krevjandi mánaði eftir dýra jólahátíð og nýggjárshald. Harafturat kunnu óvæntaðar rokningar í januar eisini koma óvart á. Hvussu tryggja vit okkum eina betri byrjan upp á árið, og hvussu leggja vit gerandisdagin fíggjarliga væl til rættis?

Hesum greiða serfrøðingarnir Katrin Árnadóttir Hansen og Barbara Djurhuus frá, ið eru kundaráðgevar í Føroya Banka.

 

Serfrøðingurin

Serfrøðingurin er vikulig sending, har ljós verður varpað á eitt ávíst evni. Gesturin í sendingin hevur servitan á einum øki og greiðir frá hesum. Harafturat hava lurtarar møguleika at senda inn spurningar til serfrøðingin beinleiðis í sendingini. Nýggjur serfrøðingur er hvørja viku.

Januar mánaði kann gerast tungur, um tú ikki hevur fyrireikað teg fíggjarliga.
21-01-2026
Munnheilsa hevur stóran týdning fyri restina av kroppinum, sigur Sára Fossá, tannlækni.
14-01-2026
Serfrøðingurin, Sølvá Jansdóttir Joensen, gevur góð ráð um venjing og góðar vanar
07-01-2026
Martin Restorff hevur fleiri góð ráð til alt, sum hevur við ein góðan jóladøgurða at gera.
18-12-2025
- Tit kenna tykkara barn best, og tí vita tit eisini, hvat er best fyri barnið í desember, sigur heilsufrøðingur
11-12-2025
Tað eru ikki bert tey, sum hava hart fysiskt arbeiði, sum eru í vanda fyri at fáa slitgikt, sigur Niklas Reginsson, fysioterapeutur
03-12-2025
Nú jólini nærkast, eru kanska fleiri, ið stúra fyri hvussu makin ber seg at á jólaborðhaldum. Vit fingu par-terapeutin Vígdis Skorheim at seta orð á hetta
26-11-2025
Johanna Petersen, yvirlækni í gastroenterolgi, tosar um týdningin av góðari tarmheilsu.
19-11-2025
Smáu máltíðirnar fylla meira enn høvuðsmáltíðirnar, og tað kann vera ein trupulleiki hjá summum, heldur kostfrøðingur
12-11-2025
Djóraeigarar hava ábyrgd av at djórið hevur góða heilsu, og har er tannrøkt ein týdningarmikil partur av heilsuni.
05-11-2025
Amalia Danielsen, kommunulækni, greiðir frá teimum ymisku eygnasjúkunum og trupulleikum, sum kunnu vera
29-10-2025
Íðkar tú nógv er vandin fyri skaðum stórur, um ikki tú hugsar um at fyribyrgja teimum
22-10-2025