Kreppuárini miklu

Gráabók hevur við sær, at Jóannes Patursson fer úr Sjálvstýrisflokkinum
03-02-2026
Hesuferð verður eitt nú nomið við hvørja støðu føroyska málið hevði í 1930-árunum, flaggstríðið, jarðarlóggávuna, og at Vinnuflokkurin og seinri Fólkaflokkurin verða stovnaðir

Í 1930 búðu 24.200 fólk í Føroyum og í 1935 var fólkatalið 25.744.

Størsta plássið er Havnin, sum í 1930 telur 3.200 fólk, og í 1935 3.611. Á øðrum plássi er Klaksvík við 1.409 fólkum í 1930, og 1.709 í 1935. Í 1930 er Tvøroyri á triðja plássi við 1.316 fólkum og í 1935 á fjórða plássi við 1.309 fólkum. Vágur, sum í 1930 var nummar fýra við 1.191 fólkum, er í 1935 ? við 1.377 fólkum, triðstørsta plássið í Føroyum. Og í bæði 1930 og 1935 er Vestmanna nummar fimm við 788 fólkum í 1930 og 921 fólkum í 1935.

Í Føroyum eru øll 1930-árini merkt av kreppu, húsagangi og arbeiðsloysi, men samstundis er hetta tíggjuáraskeiðið, har ið føroyska málið verður viðurkent sum skúla- og kirkjumál. Higartil hevði grein 7 verið í gildi, og hon álegði lærarunum at undirvísa á donskum ? sjálvt tá undirvíst var í føroyskum. Tó kundu lærararnir tosa føroyskt í teimum yngstu flokkunum, til børnini vóru før fyri at skilja danska málið.

Tað er eisini í tríatiárunum, at bæði bíbliutýðingarnar hjá Jákupi Dahl og Victor Danielsen koma út og hetta fekk eisini stóran týdning fyri føroyska málið.

Í 1930 var føroyska flaggið, sum enn ikki var góðkent, í brennidepilinum, og hendan orrustan byrjar við 1.000 ára hátíðarhaldinum fyri Altinginum í Íslandi.

Í 1932 vinnur Sambandsflokkurin løgtingsvalið og fær reinan meiriluta ? 50,1 prosent av atkvøðunum, men á løgtingsvalinum í 1936 er Javnaðarflokkurin stóri vinnarin og fer frá 10,5 prosentum til 24 prosent, meðan Sambandsflokkurin, ið er stóri taparin, fer frá 50,1 prosentum til 33,7 prosent. Í 1935 verður Vinnuflokkurin stovnaður, og tá Jóannes Paturson í 1938 fer úr Sjálvstýrisflokkinum, stovnaði hann, saman við Vinnuflokkinum, árið eftir Fólkaflokkin.

Hesi eru millum evnini, ið verða viðgjørt í sendingini hesuferð.

Í sendingini eru samrøður við Hans Andrias Sølvará og Maluna Marnersdóttir.

Sendingin kann hoyrast her!
 

Kreppuárini miklu

Kreppuárini miklu er stuttrøð í seks pørtum, sum viðger 1930-árini í bæði útlendskum og føroyskum høpi. Politiska støðan, tónleikur, list og bókmentir í tíðarskeiðnum eru millum evnini, ið verða lýst.

Gunnar Nolsøe leggur til rættis.

Hesuferð verður eitt nú nomið við hvørja støðu føroyska málið hevði í 1930-árunum, flaggstríðið, jarðarlóggávuna, og at Vinnuflokkurin og seinri Fólkaflokkurin verða stovnaðir
03-02-2026
Fyrsta sildaverksmiðjan í Føroyum varð bygd í Kollafirði, farið varð undir revahald í Føroyum, Føroya Bjór fór undir at gera sodavatn og klaksvíkingar fingu streym
08-12-2025
Vit lýsa eitt nú vitjanina hjá Charles Lindbergh, havhestasjúkuna, ið tók seg upp í 1930, tyfusgrindina í Klaksvík og tuberklarnar, ið eisini gjørdu nógv um seg í tríatiárunum
02-12-2025
Hví gjørdi kreppan á Wall Street í 1929 sítt til, at Hitler kom til valdið? Og hvussu bar Hitler seg at við at fáa diktatoriskt vald eftir so stuttari tíð?
25-11-2025