- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja

Jambalaja - 070226
07-02-2026
Sending við countrytónleiki
Í sendingini í dag spæla vit fyri tað mesta sangir, sum komu út undanfarna fríggjadag. 30 januar gjørdist ein óvanliga spennandi útgávudagur - serliga ein sangur stingur seg burturúr.

Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.