- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin

"Monochrome" er heitið á fyrstu heildarútgávuni við donsk/føroysku songkvinnuni Gunnva, hvørs fulla navn er Gunnva Jóhannisardóttir Kjærgaard.
Í tíðindaskrivi sigur Gunnva, at útgávan er ein tónlistarlig dagbók, ið fylgir ferð hennara frá ungdóms óvissu til vaksnamannalív - ein søga um at finna seg sjálva og taka ímóti øllum litunum í lívinum.
Á plátuni eru tólv sangir, sum Gunnva hevur gjørt bæði orð og løg til. Ellivu á enskum og ein á føroyskum máli.
Victor Kiowsky Søyland hevur framleitt, ljóðblandað og frumbandað útgávuna, sum plátufelagið Sounds Bananas gav út tann 31. oktobur í 2025.
Skotsmál:
9/10 stjørnum: Páll Oddur Rubbeksen
9/10 stjørnum: Ári Rouch
Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Kvørnin
Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.
Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.
Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.









