- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

Altjóða kvinnudagurin 8. mars verður sjálvandi feiraður í Plátupanelinum við einum reinum kvinnupaneli. Sunneva Háberg Eysturstein er vertur, meðan Guðrið Hansdóttir, Ingu L. Simonsen og Emmu Michalu Sannino kvinna panelið. Tær fýra hava valt hvør sítt tema til at fagna tónlistakvinnum. Guðrið Hansdóttir hevur valt tónleik hjá kvinnuligum singer-songwriters ígjøgnum fýra áratíggju, sum hava inspirerað hana. Inga L. Simonsen hevur valt dark-wave/post-punk/goth-tónleik við kvinnum frá áttatiárunum. Emma Michala Sannino hevur hugt eftir kvinnuligum slóðarum í sjangrum við ljóðførum ella á palli. Sunneva H. Eysturstein hevur hugsavna seg um legendur innan RnB, Hipphopp og Neo-soul frá nítiárunum.

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.











