Serfrøðingurin

Hvítvasking: Minst til at fáa kvittan ella rokning
18-02-2026
Hvítvaskilógin krevur nú betri prógv, skjalfesting og gjøgnumskygni í pengaflytingum.

Í sendingini hesa ferð tosa vit um hvítvasking við Jógvan Páll Lassen, sakførara.

Hvítvasking merkir, at fólk royna at fjala pengar, sum eru fingnir ólógliga, við at flyta teir runt ella brúka teir í handli, so teir síggja út sum vanligir og lógligir pengar.

Tað er eisini galdandi fyri svart arbeiði, sigur Jógvan Páll Lassen:

- Um tú gevur einum hondverkara 10.000 kr. fyri eitthvørt arbeiði, og tað ikki verður uppgivið nakrastaðni, so hevur tú hvítvaska pening mótvegis honum.

Her kunnu báðir partarnir blíva revsaðir, um eingin faktura ella kvittan finst fyri arbeiðið.

Tí er ein góð meginregla, at altíð minnast til at fáa skrivligar váttanir fyri ymiskt arbeiði ella tænastur.

 

Serfrøðingurin

Serfrøðingurin er vikulig sending, har ljós verður varpað á eitt ávíst evni. Gesturin í sendingin hevur servitan á einum øki og greiðir frá hesum. Harafturat hava lurtarar møguleika at senda inn spurningar til serfrøðingin beinleiðis í sendingini. Nýggjur serfrøðingur er hvørja viku.

Hvítvaskilógin krevur nú betri prógv, skjalfesting og gjøgnumskygni í pengaflytingum.
18-02-2026
Anna Thomsen, orkuverkfrøðingur og byggitøkningur, gevur góð ráð og svarar lurtaraspurningum
11-02-2026
Fleiri fyrimunir eru við at venja í lutfallsliga stutta tíð men við høgum intensiteti
04-02-2026
Tú skalt ikki leggja ov hart út, um tú vilt eggja einum barni til at røra seg meira, tí tað skal kennast náttúrligt ikki sum nakað, tey verða noydd at gera
28-01-2026
Januar mánaði kann gerast tungur, um tú ikki hevur fyrireikað teg fíggjarliga.
21-01-2026
Munnheilsa hevur stóran týdning fyri restina av kroppinum, sigur Sára Fossá, tannlækni.
14-01-2026
Serfrøðingurin, Sølvá Jansdóttir Joensen, gevur góð ráð um venjing og góðar vanar
07-01-2026
Martin Restorff hevur fleiri góð ráð til alt, sum hevur við ein góðan jóladøgurða at gera.
18-12-2025
- Tit kenna tykkara barn best, og tí vita tit eisini, hvat er best fyri barnið í desember, sigur heilsufrøðingur
11-12-2025
Tað eru ikki bert tey, sum hava hart fysiskt arbeiði, sum eru í vanda fyri at fáa slitgikt, sigur Niklas Reginsson, fysioterapeutur
03-12-2025
Nú jólini nærkast, eru kanska fleiri, ið stúra fyri hvussu makin ber seg at á jólaborðhaldum. Vit fingu par-terapeutin Vígdis Skorheim at seta orð á hetta
26-11-2025
Johanna Petersen, yvirlækni í gastroenterolgi, tosar um týdningin av góðari tarmheilsu.
19-11-2025