- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serfrøðingurin

Reglurnar eru sera strangar, tá djór vera innflutt til Føroya. Tað hava nógvir føroyingar upplivað, bæði tá tey hava ynski um at flyta inn ymisk hundasløg, apur, smáar grísar og onnur djór.
Orsøkin er millum annað, at myndugleikarnir hava valt at gera tað teir eru mentir fyri at forða fyri ymsum sjúkum, sníkum og parasittum, sum liva á djórum aðra staðni og so eisini fyri at verja náttúruna í Føroyum, sum er rættiliga viðbrekin, sigur Annika Nørspang Nolsøe, djóralækni, sum er serfrøðingurin hesaferð.
Eisini svarar hon spurningum frá lurtarum.

Serfrøðingurin
Serfrøðingurin er vikulig sending, har ljós verður varpað á eitt ávíst evni. Gesturin í sendingin hevur servitan á einum øki og greiðir frá hesum. Harafturat hava lurtarar møguleika at senda inn spurningar til serfrøðingin beinleiðis í sendingini. Nýggjur serfrøðingur er hvørja viku.











