Kultura

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu, stuttsøgukapping, framsýning í New York
22-04-2026
Lív Mikkelsen leggur til rættis

Mentanarvika er í Runavíkar kommunu hesa vikuna, og sera nógv tiltøk eru á skránni.
Vit práta við Urd Johannesen, ein av fyriskiparunum, um vikuna og skránna.

Í samband við mentanarvikuna skipaði Bókasavnið við Løkin aftur í ár fyri skrivikapping. Sámal Soll vann 1. virðisløn og Lydia Didriksen 2. virðisløn. Vit tosa við tey bæði um viðkomandi søgur teirra, og um týdningin av, at vit áhaldandi skapa nýggjan føroyskan skaldskap.

Vit fara eisini til New York, har vesturnorðurlendsk framsýning lat upp fríggjadagin í Scandinavia House. Kinna Poulsen ein av kuratorunum lýsir framsýningina og áhugan hjá amerikanarum fyri norðurlendska list - serliga í kjalarvørrinum av Trump og Grønlandi.


 

Kultura

Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.

Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.

Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.

Lív Mikkelsen leggur til rættis
04-03-2026
William Sloan, stuttsøgukapping og føroyski bókmentafestivalurin
18-02-2026
Lív Mikkelsen leggur til rættis
11-02-2026
Útbygging av Listasavni Føroya, filmssýningar hjá Filmsfelagnum og Arken
04-02-2026
Hotellið KG, stuttfilmurin Áin og heildarútgáva hjá Mariannu Winter
28-01-2026
Mentanarpolitikkur hjá Trump og konsertir við Miké Thomsen
21-01-2026
Kultura - Mentan í Oslo og bókaverkið Tólv árstíðarsálmar
14-01-2026
Vit taka saman um árið, ið fór í mentan
02-01-2026