- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kultura

Heimildarfilmurin "Eldur, vatn, jørð, luft" hevði frymsýning í Føroyum týskvøldið. Í filminum, sum hevur fýra leikstjórar úr Danmark, Noregi, Svøríki og Føroym, fylgja filmsliðini nakrar persónar og lokalsamfeløg.
Hetta fyri at kanna, hvussu hesi fyrihalda seg og búgva seg til veðurlagsbroytingarnar. Rógvi Rasmussen, hevur leikstjórnað føroyska partin av filminum, og vit tosað við hann um filmin og hugburðar til veðurlagsbroytingar og tilbúgving.
Vit vitja eisini á Miðnámi á Kambsdali, tí í farnu var nýggj list var avdúkað í nýggja bygninginum, ið var tikin í nýtslu í fjør. Kirstin Helgadóttir hevur gjørt eitt tekstilverk yvir høvuðsinngongdina, og Jón Sonni Jensen hevur gjørt list við støði í vætudynamikki, sum er á aðru hædd á gongini, har náttúrufakini halda til.
Bæði listafólk hava brúkt Fablab í tilgongdini at skapa listina. Vit tosa við Jón Sonna Jensen, listamann, um hansara verk, vætudynamikk, tilfar og tilgongdir.

Kultura
Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.
Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.
Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.