- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja

Jambalaja - 160526
16-05-2026
Sending við countrytónleiki
Søguligir sangir við Hank Williams, Ronnie Milsap og Elvis Presley eru á skránni í Jambalaja í dag. Annars er mest nýútgivin tónleikur. Nakrir lættir sangir í beach country stíli, og so hoyra vit úr nýggju heildarútgávuni hjá Kacey Musgraves.

Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.
Sending við fólka- og countrytónleiki. Ingi Samuelsen leggur til rættis
11-04-2026