- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarmorgun

Við 65 listaverkum vilja tær báðar døturnar hjá Eyvindi Mohr, Gulla Mohr og Turið Nolsøe Mohr, vísa fólki listina hjá pápanum, ið hevði fylt 100 í ár. Framsýningin er í Müllers Pakkhúsi í Havn og er opin til og við sunnudagin 23. august, hvønn dag millum klokkan 15 og 18.
-Endamálið hjá okkum er at vísa hvussu fjølbroyttur babba var í sínari list, og tað halda vit at verkini á framsýningini vísa, siga systrarnar Gulla Mohr og Turið Nolsøe Mohr, sum eru ógviliga takksamar fyri stuðul og at tær kundu læna so nógv listaverk frá stovnum og einstaklingum. Á framsýningini eru 65 verk.
-Nú eru 21 ár síðani Eyvindur fór - hetta heilt serliga menniskja, ið rúgvaði so nógv í lívinum hjá okkum, sum untust at kenna hann. Keðiligur var hann ikki. Nú hann hevði fylt hundrað, royna vit at fylla eitt sindur í tómrúmið eftir hann við framsýning av verkum, ið umboða stóran part av hansara virki sum listamaður - og so lata listina siga tað, sum eftir er at siga, skriva døturnar Gulla og Turið í skránni til framsýningina.
Annars kanst tú hoyra samrøðuna við systrarnar, sum var í Summarmorgni, her.

Summarmorgun
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.
Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.




