- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarmorgun

Vit tosa við 75 ára gamla Leiv Hansen, tíðindamann, og 81 ára gamla Jóan Paula Joensen, professara, sum báðir venja fast mánamorgun, mikumorgun og fríggjamorgun. Báðir hava eina fasta venjingarætlan og teir víkja ikki frá henni. Í morgun slóg Leivur sítt egna met á súkkluni.
Eisini verður tosað við Lailu Djurhuus Jacobsen, sum stendur í móttøkuni í Yndi og vegleiðir fólk sum venja.
Hvør morgun hjá Leivi og Jóan Paula endar saman við nógvum øðrum í kaffikrókinum í Yndi til kaffi og hugnaprát og har verða nógvar søgur sagdar, siga teir.
-Hetta er prikkurin yvir i`ið, sigur Leivur Hansen, og Jóan Pauli er samdur.

Summarmorgun
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.
Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.





