- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarmorgun

Hárfríðkanaryrkið er nógv broytt farnu 40 árini, hóast talan framvegis er um eitt kroppsligt arbeiði, har ið saksur og kambur eru mest brúktu amboðini. Samstundis eru nógv tól komin afturat, eins og kemisku evnini eru munandi færri í dag enn fyri 40 árum síðani.
Hársniðini broytast eisini. Tá Karin og Vera fóru í læru vóru tað nógvar tilkomnar kvinnur, ið fingu permanent. Og so vóru tað lambakrúllurnar, sum bæði kvinnur og menn høvdu í 1980-árunum, meðan tað í dag serliga eru dreingir, sum eru um 14 ára aldur, ið permanenta sær.
Hetta 40 ára skeiðið telur eisini nógvar stuttligar og áhugaverdar søgur, og eitt nú minnist Vera, tá ein bilurin endaði inni á salongini, sum var full av fólki. Eisini hugleiða Karin og Vera um hvussu tað var at gera hárið til einu Eurovisionfinaluna.
Tú kanst hoyra alla samrøðuna við Karin Sólsker, ið rekur Karin'sa, og Veru Larsen, ið rekur Vera Klipt, her!

Summarmorgun
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.
Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.







