- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Umstøðurnar á eldraøkinum eru ikki nøktandi, og trupulleikin fer ikki at minka, tvørturímóti. Við broyttari fólkasamanseting, har vit fáa fleiri eldri, verður eldraøkið heldur ikki bíligari at reka. Síðani málsøkið fór til kommunurnar at umsita í 2015, hava inntøkurnar vaksið hvørt ár, men vøksturin steðgar í 2027. Tá er vandi fyri, at summar kommunur hokna undir byrðuni. Í dag spyrja vit politisku skipanina, hvussu eldrarøktin skal skipast frameftir - og hvussu hon skal fíggjast.
Við í sendingini: Johnny í Grótinum, Grímur Sundstein, Liljan Weihe, Aksel V. Johannesen og Ruth Vang.
Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Katrin Johannesen, sum eisini var redaktørur.
Teknikari: Øssur Egholm.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.