- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

Tónleikasøgan er á tremur við tónleikabólkum og tónlistafólkum, ið bara góvu eina plátu út, og tað var so tað av einari ella aðrari orsøk - ikki minst føroyskum bólkum. "One & Done" er evnið í 41. útgávuni av Plátupanelinum, har panelið fer at peika á nakrar av bestu One & Done-pláturnar í søguni. Rættiliga nógvar føroyskar plátur sleppa upp í part. Panelið: Eiler Sørensen, Hergeir Eldevig og Ári Rouch. Vetur: Uni Leitisstein Hansen.

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.











