- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinleiðis úr Studio 5

Lea Eyðbjørg hevur føroyskar røtur, men er uppvaksin í Danmark.
Seinastu árini hevur hon arbeitt seg fram á danska tónleikapallinum við sínum persónliga og popptónleiki.
Sangir um kærleika, longsul, iva og alt tað, sum ikki altíð er so lætt at seta orð á.
Alsamt fleiri hava fingið eyguni og oyruni upp fyri henni.
Tónleikurin hevur vunnið seg inn á danskar útvarpsrásir, og hon hevur í tveimum umførum verið Ugens uundgåelige á P3.
Eisini hevur Lea Eyðbjørg staðið á pallinum á Roskilde Festivalinum.
Vit fregnast um føroysku røturnar, um sangskrivingina og um eina tónleikaleið, sum av álvara er farin at taka dik á seg.
Harumframt verða tríggir sangir spældir Beinleiðis úr Studio 5.

Beinleiðis úr Studio 5
Beinleiðis úr Studio 5 er sending við livandi tónleiki. Bólkar og einstaklingar, sum hava hug at royna seg, verða boðin í útvarpsstovuna at spæla.











