- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin

Alt í náttúruni hevur eina stremban og eina kós, og fremsta endamálið er at yvirliva.
Hetta er høvuðsboðskapurin í bókini "Trækrúnulívæðrin" eftir Magnus Gaard, lívfrøðing og rektara á Miðnámi í Vestmanna.
Talan er um eina lívfrøðiliga, heimspekiliga og persónliga bók, sum er lærd og atkomilig hjá øllum lesarum, sigur Kim Simonsen, rithøvundur.
William Simonsen, lívfrøðingur, kallar bókina rannsakandi, tí Magnus Gaard kjakast um so mangt á teimum 140 síðunum, serliga lívsandan í náttúruni.
Hugtakið biosemiotikk fær nógva umrøðu í bókini. Hetta er læran um, hvussu alt tosar við hvørt annað í náttúruni við teknum.
Magnus sigur, at við verkum, sum René Descartes og Isaac Newton lótu úr hondum, fóru menniskju at síggja náttúruna sum mekanikk - og geva henni minni ans.
"Tað passar, sum hann sigur, tí í sambandi við útbyggingar gera vit ofta als ikki árinskanningar - ella rættiliga seint í tilgongdini," sigur William Simonsen.
Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin
Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
