Vágskálin

Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
07-10-2026
Á vágskálina verður løgd bókin ”Mínar søgur” eftir Heðin Samuelsen

 ”Hornamaðurin, havnarmaðurin og humoristurin Heðin hugleiðir”, skrivar Tróndur Djurhuus á baksíðuni um bókina "Mínar søgur" eftir Heðin Samuelsen.

Talan er eisini um eina stuttliga og væl skrivaða bók, heldur Erland Viberg Joensen, søgufrøðingur, sum las hana út í eitt. 

Tað sama sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, sum ikki keddi seg eina løtu, meðan hann las. 

Heðin Samuelsen sigur manga skemtisøgu, sum hann sjálvur hevur verið partur av ella hevur hoyrt um onnur.

Hann greiðir eisini gjølla frá Horna-fólkunum í Havn og fólki, hann hevur hitt á leiðini. Haraftrat eru fleiri síður um Gregersen-ættina í Gøtu. 

Í sínum lívi hevur Heðin Samuelsen verið virkin rossamaður, fótbóltsspælari og skóti, og eisini hesum greiðir hann frá.

Vit frætta haraftrat um skúlatíðina í Føroyum, útbúgvingarárini í Danmark og heimkomuna til Føroya í 1968.

"Heðin er ein stuttlig planta," sigur Erland Viberg Joensen.

Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.

Á vágskálina verður løgd bókin “Eg fótaði mær aftur” eftir Herdis Skorastein
14-10-2026
Á vágskálina verður løgd bókin ”Mínar søgur” eftir Heðin Samuelsen
07-10-2026
Á vágskálina verður løgd bókin ”Trækrúnulívæðrin” eftir Magnus Gaard
30-09-2026
Á vágskálina verður lagt yrkingasavnið ”Enn er náðin náðileys” eftir Tórodd Poulsen
23-09-2026
Á vágskálina verður løgd skaldsøgan frá "Frá høvur til hæl" eftir Einar Már Guðmundsson
16-09-2026
Til umrøðu hesaferð er nýggj bók um politiið í Føroyum og enska ávirkanin á føroyskt mál
25-03-2026
Á vágskálina hesaferð verður løgd bókin "Hendur ið sleptu" eftir Óla Jacobsen
18-03-2026
Á vágskálina hesaferð leggja vit yrkingasavnið "Sláttrir" eftir Tórodd Poulsen
11-03-2026
Á vágskálini hesaferð eru bókin "Í eygnahædd" hjá Kinnu Poulsen og Geyta-tiltakið
04-03-2026
Á vágskálini hesaferð er skaldsøgan "Lív" eftir Jónu Joensen
25-02-2026
Á vágskálina hesaferð leggja vit yrkingasavnið "Fjøtraður Orion" eftir Christian Fróða Djurhuus
18-02-2026
Á vágskálini hesaferð er bókin "Eingin dansur á rósum" eftir Peter Old
11-02-2026