- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinleiðis úr Studio 5

Anna Marita á Rógvi hevur skrivað sangirnar, sum verða spældir beinleiðis úr Studio 5 hesa ferð.
Harumframt syngur hon, spælir gittar og keyboard.
Turið Andreasen spælir violin og syngur kór
Tær hava verið felags um at leggja tónleikin til rættis.
Stílurin er ein samanrenning av poppi, indie og fólkatónleiki.
Báðar eru tær limir í nýggja bólkinum GAIA. Tað eru ikki færri enn níggju ungar kvinnur, ið eru í GAIA.
Fyrsta framførsla hjá bólkinum var á Open Mic í august.
Nú sleppa tær aftur at royna seg, tí bólkurin er við í øðrum umfari í tónleikakappingini Sement, ið verður 10. oktober.
- Vit eru við til stuttleikar siga tær, men dylja kortini ikki fyri, at tær fara at gera sítt besta til tess at koma í finaluna.
Umfarið er longu útselt, men Kringvarpið vísir Sement beinleiðis í sjónvarpinum.

Beinleiðis úr Studio 5
Beinleiðis úr Studio 5 er sending við livandi tónleiki. Bólkar og einstaklingar, sum hava hug at royna seg, verða boðin í útvarpsstovuna at spæla.











