- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsuhornið

16:8, 5:2 og 72 tímar. Hetta eru nakrir av mátunum, sum fólk brúka, tá tey fasta. Tað vil siga, at tey eta bert ávís tíðarbil. Hjá summum snýr tað seg um at lætna, fyribyrgja kroniskum sjúkum ella at seinka gongdini at eldast. Í Heilsuhorninum hesa ferð fortelur Høgni Sloan Justesen um at fasta, og hvussu hann sjálvur bæði kropsliga og mentalt hevur merkt fyrimunir við at eta upp á henda mátan.

Heilsuhornið
Heilsuhornið er nýggj útvarpssending, har sjóneykan verður sett á kropsliga og mentala heilsu, og hvussu vanar og lívsstílur ávirka okkum. Tosað verður við ymisk fólk um alt frá rørslu, mati og svøvni til strongd, sálarliga vælveru, motivatión og javnvág í gerandisdegnum.
Rannvá Fossaberg leggur til rættis.