- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsuhornið

Heilsuhornið
21-10-2026
Soleiðis ávirkar munnheilsan allan kroppin
Tú bustar tenn og brúkar tanntráð. Men visti tú, at við at halda tenninar reinar, syrgir tú eisini fyri at minka um vandan fyri álvarsomum sjúkum? Í Heilsuhorninum hesa ferð er Sára Fossá, tannlækni, sum setir sjóneykuna á góða munn- og tannheilsu.

Heilsuhornið
Heilsuhornið er nýggj útvarpssending, har sjóneykan verður sett á kropsliga og mentala heilsu, og hvussu vanar og lívsstílur ávirka okkum. Tosað verður við ymisk fólk um alt frá rørslu, mati og svøvni til strongd, sálarliga vælveru, motivatión og javnvág í gerandisdegnum.
Rannvá Fossaberg leggur til rættis.