Radio SALT

Radio SALT 28.10.26
28-10-2026
Beinleiðis sending úr mentanarhúsinum SALT í Suðuroy

Gestir hesa ferð eru: Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, Bjørg av Rana, ljósmóður, sum rekur hjálparfelagskapin Næstin, Magnus Hansen, formaður í Porkeris Fornminnafelag,  og Tine Grønbech, leiðari á FabLab Vágur við tveimum útlendingum sum vitja FabLab - Alberte Holmø Bojesen og Floortje Zonneveld. 

Jakobina Ellingsgaard, Páll Lave og Fróði Vestergaard spæla tónleikin.

Gundur Johansen ger skemtið. 

Vertir eru Annika Bolton Mortensen og Jákup Magnussen.

Radio SALT

Í Radio SALT er bæði álvarsamt og skemtiligt innihaldi, umframt live tónleikur. 

 

Beinleiðis sending úr mentanarhúsinum SALT í Suðuroy
28-10-2026
Í 2024 kundi KVF bera tey gleðiboð, at í Sumba var rottan so at siga týnd. Sumbingar vónaðu, at aðrar kommunur vildu samstarva, so ongin nýggj innrás kom suður um Hestin.
02-10-2026
Todi Jónsson og Poulina Øregaard Isaksen hava latið upp kaffi- og matstovu á Tvøroyri. Og saman við Toda kom Einar Larsen í Radio SALT at greiða frá serligari hending.
02-10-2026
Radio SALT rapportarin vitjar mann í Hvalba, sum er um at vera liðugur at fletta ein stóran veðr, tá avbygdamenn koma at skonast.
01-10-2026
Eitt av løgunum sungu børnini, Sól og Dagur, saman við foreldrunum, meðan Óli H. Mortensen og Kristian P. Ellefsen lótu gittar- og klaverspæl til heildina.
01-10-2026
Ónskvøldið 30. september 2026 vitjaðu ungfólk úr Sumba sendingina Radio SALT, sum av og á verður send frá Mentanarhúsinum SALT á Drelnesi.
01-10-2026
Snildtelefonfrítt umhvørvi í Tvøroyrar Skúla; Visit Suðuroy; nýggj Kafé Tvørá; Ung úr Sumba kvøða; Einar Larsen greiðir Toda frá musikkhorni hjá abbanum, gamla Toda Jónsson.
01-10-2026
Beinleiðis sending úr SALT í Suðuroy
03-06-2026
Kári Jespersen, søgufrøðingur, sigur, at bygdin Øðravík, sum Drelnes hoyrir til, var eitt skifti høvuðsstaður í Suðuroynni.
03-05-2026
Víkigaskipsætlanin flutt úr Hovi á Drelnes. Aðrastaðni læra tey hvønn annan um gróðurseting. Eisini Talvfelagið mennist. Og Pubbini letur upp aftur við kaffi og kunning.
30-04-2026
Eyðun Nolsøe sang og spældi fimm sangir, tá Mentanarhúsið SALT og Kringvarp Føroya skipaðu fyri kvøldsetu á Drelnesi tann 29. apríl 2026.
30-04-2026
Nýggj tíðindasending á skránni, tá Radio SALT var í útvarpinum ónskvøldið 29. apríl. Fregnast var um vesputíning á Tvøroyri, felagasveltu í Vági, og kolagrevstur í Hvalba.
30-04-2026