Óvist nær innkomuvegurin verður liðugur

Óvist nær innkomuvegurin verður liðugur
Einki er hent við vegnum frá Eysturoyartunlinum til Havnar seinastu mánaðirnar
Tað ber illa til at siga, nær innkomuvegurin frá Eysturoyartunlinum til Havnar verður heilt liðugur, sigur landsstýrismaðurin
 
26.11.2019 - 10:46

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað Heðini Mortensen, løgtingsmanni, um innkomuvegin til Havnar. Landsstýrismaðurin sigur, at landsstýrið hevur ikki havt tingingar við Tórshavnar kommunu um innkomuvegin.

Jørgen Niclasen sigur, at landsstýrið arbeiðir við at raðfesta íløgur innanfyri langtíðar løgukarmin. Landsins partur av innkomuvegin er partur í hesi raðfesting. 

Ætlanin er at gera innkomuvegin lidnan í stigum, so hvørt sum ferðslutrýstið ger tað neyðugt. Tí ber illa til at siga, nær innkomuvegurin verður heilt liðugur, sigur Jørgen Niclasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232