Nú kann søkjast um jólahjálp

Nú kann søkjast um jólahjálp
Nú ber til hjá barnafamiljum at søkja um jólahjálp frá Barnabata. Evstamark at søkja er leygardagin 7. desember klokkan 14:00
Nú ber til at søkja um jólahjálp frá Barnabata. Umsóknirnar hava verið okkurt um 300 í tali um árið
 
04.12.2019 - 09:06

Barnabati hevur latið jólahjálp síðani 2016. Tað árið fingu 465 børn jólahjálp, í 2017 vóru tey 455 og í fjør 500. Umsóknirnar hava verið okkurt um 300 í tali um árið.

Jólahjálpin er ikki pengar, men gávukort frá Keypssamtøkuni og SMS. Eitt vaksið fólk fær 1.000 krónur, børn upp í 13 ár fáa 300 krónur og 14 til 17 ára gomul fáa 500 krónur.

Barnabati sigur, at koma fleiri umsóknir, sum lúka fortreytirnar fyri at fáa jólahjálp, enn pengar eru til, verður jólahjálpin latin teimum familjum, sum hava tað truplast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751