Sjey migrantar druknaðir í Turkalandi

Sjey migrantar druknaðir í Turkalandi
Í minsta lagi sjey migrantar eru druknaðir, eftir at báturin hjá teimum í nátt sakk í Van-vatninum í eystur Turkalandi
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
26.12.2019 - 18:21

Tað upplýsir guvernørurin í Bitlis-landspartinum, sambært Reuters. Umframt tey, sum druknaðu, eru 64 fólk fingin upp á turt og eru flutt til sjúkrahús og kreppumiðstøðir í økinum. Turkiskir myndugleikar siga, at migrantarnir komu úr Pakistan, Bangladesj og Afganistan.

Van-vatnið liggur nærindis markinum til Iran, og sambært Reuters, brúka migrantar ofta hetta markið til at sleppa inn í Turkaland, og hagani royna tey so at koma víðari vestureftir og inn í Evropa. Tað er tó ógreitt, hví migrantarir fóru við báti. Tí ikki er neyðugt at fara í bát fyri at sleppa víðari inn í Turkaland.

Sambært turkiskum myndugleikunum eru herurin og bjargingarfólk við í leitingini eftir fleiri ferðafólkum, sum kunnu hava verið við bátinum. Kavarar eru eisini við í leitingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873