Samráðingar við Føroyar skot fyri bógvin

31.12.2019 - 12:05
InnlendisTøkni
Samráðingar við Føroyar skot fyri bógvin
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, var í nýggjárssendingini Fjúsi fyrrapartin
Kinesiska telefyritøkan og føroyska landsstýrið vóru rættiliga í andglettinum í heyst.

Útlendingar, sum ætla sær til Føroya at samráðast við landsstýrið, hugsa seg um tvær ferðir, áðrenn teir koma hendanvegin.

Tað gera teir, tí teir ivast í, um hesar samráðingar verða í trúnaði ella, um tær verða varpaðar út um allar geilar.

Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, eftir vitjanina hjá kinesiska sendiharranum í Føroyum í heyst.

Sambært aðalstjóranum í Vinnumálaráðnum skal sendiharrin hava sagt við landsstýrið, at eingin handilssáttmáli verður gjørdur við Føroyar, um Føroyar ikki taka av 5G loysnini hjá Huawei úr Kina.

Hetta kom óvart á band hjá Kringvapinum, sum fekk fútabann fyri at almannakunngera orðini.

Men Berlingske kunngjørdi tey. Og nógv øsing stóðst av tí, ikki bara í Føroyum, men um allan heim.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656