Einki aldursmark fyri at sita í umboðsráðnum

Einki aldursmark fyri at sita í umboðsráðnum
Aldursmarkið var 70 ár, men tað varð strikað á eykaaðalfundi í Ognarfelagnum fríggjadagin
 
06.01.2020 - 11:19

Nú er ikki longur nakað aldursmark fyri at vera í umboðsráðnum hjá Ognarfelagi tryggingartakaranna.

Aldursmarkið var 70 ár, men tað varð strikað á eykaaðalfundi í Ognarfelagnum fríggjadagin. 

Á eykaaðalfundinum varð eisini samtykt at flyta umboðsráðsvalið frá hálvum januar til hálvan august.

Hetta er gjørt fyri at umboðsfólk, sum skulu velja nevndina í móðurfelagnum P/f Betri á aðalfundinum í apríl, eru fólk, sum hava verið í umboðsráðnum í nøkur ár í staðin fyri fólk, sum eru nývald í Umboðsráðið, tá nevndarvalið var í januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329